48 næmingar byrjaðir á Ítróttaháskúlanum

Skúlarnir kring landið eru so smátt byrjaðir aftur og mánadagin byrjaði eisini heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

 

Eins og undanfarin ár, so er Ítróttaháskúlin fullsettur, nú heystskeiðið byrjar. Tilsamans er pláss fyri 48 næmingum á Ítróttaháskúlanum, og teir 48 næmingarnar, sum byrjaðu mánadagin, eru allir føroyingar.

 

Sum vant brúka næmingar á Ítróttaháskúlanum fyrstu dagarnar til sokallaðar “intro-dagar”, har næmingar og starvsfólk læra hvønn annan at kenna, samstundis sum tey hava nakrar góðar og hugnaligar dagar saman, skrivar Suðurrás.