48 lond við til HM

FIFA fer at atkvøða í morgin, og tað er lítil ivi um hvat úrslitið verður.

Á ráðstevnu í morgin fer stjórnarnevndin í FIFA at atkvøða um uppskotið at hækka talið á luttakandi londum í HM-endaspælinum úr 32 upp í 48 lond. Verður meiriluti fyri uppskotinum ímillum teir 37 limirnar í stjórnarnevndini, so verður nýggja skipanin sett í verk til HM í 2026.


Tað er FIFA-forsetin, Gianni Infantino, sum er komin við uppskotinum, og ímillum hansara grundgevingar er, at hækkaða talið fer at økja um samlaða talið á endaspælsdystum úr 64 upp í 80. Londini skulu tó ikki spæla fleiri dystir hvør í sær, tí talið á dystum fyri hvørt land verður framhaldandi í mesta lagi sjey.


Nógv bendir á, at meirilutin í FIFA-stjórnarnevndini fer at taka undir við hesum uppskotinum, sum eisini skal vera við til at økja um inntøkurnar til fótbóltin. Metingarnar hjá FIFA eru, at endaspælið nú fer at kasta nærum 7 milliardir krónur meira av sær – áleið 30 milliardir krónur tilsamans.


Tað er enn ikki ásett hvørjar fótbóltssamgongur (heimspartar) fáa fleiri lond við til endaspælið, men røddir hava verið frammi um, at UEFA fær 16 lond við heldur enn 13, meðan Afrika og Asia kunnu vænta sær at fáa væl fleiri enn tey ávikavist fimm og fýra londini, ið tey við vissu fáa við í 2018.