48 fólk deyð í ferðsluni seinastu 12 árini

Seinastu 12 árini hava ferðsluóhapp kravt mannalív á hvørjum ári, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Tølini eru býtt eftir, um óhappið er hent á landsvegi ella kommunalum vegi og her sæst, at tað á hvørjum ári, við undantaki av 2001 og 2006, hava verið eitt ella fleiri ferðsluóhapp ið hava kravt mannalív á kommunalu vegunum, meðan óhapp á landsvegnum eingin mannalív kravdi árini 1995, 1998 og 2002.

Verður hugt at býtinum á økir sæst, at flestu óhappini hesi 12 árini hava verið í Streymoyarøkinum. Talan er um 11 deyð á landsvegi og 7 á kommunalu vegunum, hetta er eisini tættast bygda økið. Eysturoyarøkið, sum eisini er eitt stórt øki, hevur næsthægstu tølini við 7 deyðum á landsvegi og 4 á kommunuvegi. Í Norðoyggjum er hinvegin bert eitt fólk deytt á landsvegi, men 4 á kommunuvegi. Suðuroyarøkið hevur lutfalsliga stórt tal, við 4 deyðum á landsvegi og 3 á kommunuvegi, men har standa árini 1999 og 2000 fyri 5 av teimum. Í Vágaøkinum eru 2 deyð á landsvegi og 1 á kommunuvegi, men Sandoyarøkið hevur tað lægsta talið við einum deyðum og varð tað á kommunalum vegi.

Tá hugt verður eftir hagtølum fyri ferðsluóhapp er vert at hava í huga, at tey, ið verða partur av óhappinum, ikki neyðturviliga hava nakað tilknýti til staðið, har óhappið hendir. Harafturat kemur, at hóast ein landsvegur við nógvari ferðslu ikki altíð er tætt bygt øki so kann hann vera neyðugt sambindingarlið til øki, har nógv fólk ferðast til og frá.