Deildir frá heimaverjuni eru longu sendar til tey øki, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtanum í Japan. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

48 deyð í hørðum jarðskjálvta í Japan

Fleiri jarðskjálvtar hava veirð í Japan í dag, sum hava elvt til umfatandi skaðar, og minst 48 fólk eru deyð

Deildir frá heimaverjuni eru longu sendar til tey øki, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtanum í Japan. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 48 fólk eru deyð í japan eftir at fleiri jarðskjálvtar hava rakt landið. Ein teirra var upp á 7,6.

Tað upplýsir Ishikiwa, fylkishøvdingi, sambært japanska public service miðlinum NHK. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Forsætisráðharrin í Japan, Fumio Kishida, sregði fyrr í morgun lokala tíð, at arbeiðið við at bjarga teimum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum, er ein kapprenning móti tíðini.

Deildir frá heimaverjuni eru longu sendar til øki, sum er harðast rakt.

##med2##

 

Umframt stóra skjálvtan sum varð máldur til 7,6, sum rakti vesturstrondina, var landið eisini rakt av einum skjálvta, sum varð máldur til 6.

Sambært veðurstovu landsins varð Japan í gjár rakt av tilsamans 155 skjálvtum. Teir flestu vórðu roknaðir til meira enn 3.

Ávarað verður um fleiri skjálvtar í morgun.

 

##med3##

Beint eftir vóru eisini sendar út ávaringar um flóðaldur – bæði frá Japan og Suður- og Norðurkorea. Tær eru seinni avblástar.

Tað vóru fyrstu álvarsligu ávaringarnar av hesum slag síðani ein jarðskjálvta- og flóðalduvanlukka í mars 2011 í landnyrðingspartinum av Japan 

Jarðskjálvtar eru ofta í Japan. Tað er tí at landið liggur á markinum millum tríggjar tektoniskar plátur. Av somu orsøk eru fleiri bygningar í landinum bygdir til at kunna standa sjálvt í rættiliga hørðum ristingum.

Skjálvtin í 2011 í landnyrðingspartinum av Japan vórðu máldir til 9. Tað skapti aldur, sum onkra staðni vóru upp til tíggju metrar høgar.

##med4##

 

Stóru aldurnar og skjálvtin hevði stórar oyðileggingar við sær nógva staðni í landinum. Fleiri enn 15.000 fólk doyðu.

Heilt galið var tað við kjarnorkuverkinum Fukushima, sum misti streymin og harvið møguleikan at køla niður reaktorararnar. Tað førdi til útlát av stórum mongdum av radioaktivum evnum, sum dálkaði stór øki.

/ritzau/

 

 

 

Deildir frá heimaverjuni eru longu sendar til tey øki, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtanum í Japan. - Foto: Unknown/Ritzau Scanpix

AFP/Ritzau Scanpix

Fred Mery/AFP/Ritzau Scanpix

AFP/Ritzau Scanpix