475 milliónir fyri Marknagil, og hvat so?

Nú upprann so loksins løtan, har tilboðini upp á Marknagilsdepilin vórðu latin upp.
Onkur er kanska skelkaður av, at 155 milliónir resta í fyri at gjøgnumføra verkætlanina, men eg rokni við, at heilt nógv ikki trúðu uppá, at verkætlanin kundi gjøgnumførðast fyri ta upphædd, sumð var upplýst í verkslagslógini, nevniliga 391 milliónir uttan innbúgv og aðra útgerð.
Komandi tíðin kemur at vísa, um møguleiki er at spara, so samlaði kostnaðurin kann fáast munandi niður uttan at skerja ætlanina nevnivert.
475 milliónir fyri Marknagil kann tykjast at verða nógvur peningur, men er tað nú so øgiligt, tá í hugsað verður um aðrar gjøgnumførdar verkætlanir. Vit skula minnast til, at her er talan um tríggjar skúlar í einum
Hettar er eisini ein íløga í okkara ungdóm, sum ætlandi skal bera landi víðari framá. Tað hjálpir lítið at grenja um, at okkara ungdómur rýmur av landinum, um vit ikki hava ráð til at hava nøktandi utbúgvingarumstøður at bjóða teimum. Hvussu nógv kostaði miðnámsskúlin í Hovi? Og hvussu nógv kostaðu ábøturnar, sum máttu gerast grundað á fuskarbeiði? Ellisheimið í Vági? (sum var ein polittiskur rossahandil)
Hvussu nógv kostaði tekniski skúli í Klaksvík við um- og útbyggingum og játtanum, sum eingin visti, hvat skuldi brúkast til. Skal ikki undra, um onkur norðoyapolitikari eisini kemur við uppskoti um at flyta maritimu útbúgvingarnar og byggja nýggjan Vinnuháskúla í Klaksvík.
Studentaskúlin og HF skeiði á Kamsdali, fiskivinnuskúlin í Vestmanna, og aðrar verkætlanir við? Veit ikki, hvussu nógvir næmingar samanlagt eru á hesum skúlum, men neyvan er tað líka nógv, sum Marknagilsætlanin skal rúma. Har tosa vit um umleið 1.300 næmingar árliga, so hettar krevur góðar umstøður.
Eisini er vert at nevna, at tað almenna ikki hevur bygt nakað av týdningi í Tórshavnar kommunu síðani 1983, tá ið Føroya handilskúli var bygdur.
Eitt annað, sum upptekur meg rættuliga nógv, er tann stóri munurin á innkomnu tilboðunum.
Eitt sum er í eyga fallandi er, at her er serliga ein útlendsk fyritøka sum skarar framúr. 138,8 mió????
Næsta útl fyritøka, 158 mió
Føroysku fyritøkurnar ávikavist 171/185 mió.
Hvussu ber tað til?
Kann tað hugsast, at tað ikki eru føroyskar lønir, teir kalkulerða við??? Ella hevur man tryggjað sær, at so er??
Eg veit bara eitt, útlendsk feløg hava fyrr gjørt almenn arbeiðir í Føroyum, uttan at okkara, ella onnur fagfeløg, eg havi tosað við, hava átt nakran lim á arbeiðsplássinum.
Hettar eiga myndugleikar okkara at kanna fult út, tí um tað er rætt, sum eg sigi, ja so er tað einki minni enn kappingaravlagandi ímóti okkara heimligu fyritøkum, sum yvirhalda føroyskar sáttmálar, og átti tað at havt almennan áhuga. Vit hava í øllum førum grundaðan mistanka um, at so er. Tó skal sigast, at tær allar flestu útlendsku fyritøkurnar hava yvirhildið føroyskar sáttmálar. Tað eigur eisini at verða nevnt, at arbeiði av at gera skúlan í størstan mun eigur at kasta pening (skatt/og annað) av sær til tað føroyska samfelagið, og tað ger tað ikki/ella í minni mun, um útlendingar koma at byggja.


P.S.
Er tað bert prísurin, sum er avgerandi, kunna vit tað sama fáa kinesarar heim at gera arbeiðið. Tað hevði verið uppaftur bíligari.