460 kilo uppfrá

Haftur Bjørnsson vann eisini seinastu kappingina, tá hann lyfti 460 kilo í deadlift

 

 

207 sentimetra høgi og 190 kilo tungi Haftur Bjørnsson er sterkasti maður í Norðurhøvum. Tað varð staðfest í Ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld, har Battle of the North var á skránni.

 

Fimta og seinasta kappingin á skránni var deadlift. Her ræður um at lyfta tyngstu byrðuna, og vektin at byrja við er 320 kilo. Síðani kunnu luttakararnir velja at lyfta ella at bíða. Fyri hvør umfarið, sum gongur, verða 20 kilo løgd afturat vektini, sum skal lyftast uppfrá.Hvør luttakari hevur í mesta lagi fýra lyft.

 

Myndir frá kappingini síggjast HER

 

Her steðgaði bæði Bogi og Ole Martin, tá teir royndu at lyfta 360 kilo, sum teir ikki fingu lyft upp í rættstøðu. Við hesum endaði Bogi eitt stig aftan fyri norðmannin í samlaðu støðuni. Bogi hevði undan kappingini sum mál at sleppa undan aftasta plássinum, og tað gekk altso akkurát ikki. Og so kunnu bæði hann og føroyingar iðra seg um, at hann ikki var 2/100 sekund skjótari, tá trappurnar vóru á skránni.

 

Íslendski Haftur og enski Laurence kappaðust um, hvør kundi lyfta tyngstu byrðuna. Her lyfti Haftur 440 kilo, og í royndini at vinna seinastu kappingina, leyp Laurence hesa vektina um. Tað var eisini nær við, at bretin kláraðu tey 460 kilo’ini, men hann kom ikki reiðiliga upp í rættstøðu, áðrenn hann mátti sleppa.

 

Soleiðis vann Haftur Bjørnsson hesa kappingina, og hann gjørdist eisini fremstur í samlaðu støðuni.

 

 

Deadlift

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 440 kg

Laurence Shahlaei (UK) 420

Nicolai Hansen (DK), 380

Ole Martin Hansen (NOR) 340

Sebastian Davidsson (SVØ), 340

Bogi Hammer (FR) 340

 

Endaliga støðan

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 25

Laurence Shahlaei (UK) 21

Sebastian Davidsson (SVØ), 17

Nicolai Hansen (DK), 17

Bogi Hammer (FR), 13

Ole Martin Hansen (NOR) 12

 

Hinar kappingarnar

 

Tyre-Flip

Sebastian Davidsson (SVØ), 28,94 sek

Laurence Shahlaei (UK) 30,26

Ole Martin Hansen (NOR) 31,41

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 32,31

Nicolai Hansen (DK), 36,22

Bogi Hammer (FR), 36,50

 

Truck-pull

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,5,

Bogi Hammer (FR), 38,03

Laurence Shahlaei (UK) 40,38

Nicolai Hansen (DK), 45,69

Sebastian Davidsson (SVØ), 50,66

Ole Martin Hansen (NOR) 61,47

 

Grip

Laurence Shahlaei (UK)  39,19 sek

Nicolai Hansen (DK), 33,03

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 30,72

Sebastian Davidsson (SVØ), 28,88

Bogi Hammer (FR) 15,84

Ole Martin Hansen (NOR) 11,18

 

Power stairs

Haftur Bjørnsson (ÍSL) 27,16

Ole Martin Hansen (NOR) 28,09

Sebastian Davidsson (SVØ), 28,78

Nicolai Hansen (DK), 28,88

Bogi Hammer (FR) 28,90

Laurence Shahlaei (UK) 30,97