46 umsøkjarar til útbúgvingar á Heilsuskúlanum

Heilsuskúlin hevði fingið 20 umsóknir til heilsurøktara, tá freistin var farin tann 15. mars. Harumframt hava vit 14 umsóknir til námsfrøðihjálpara og 12 til heilsuhjálpara, skrivar Heilsuskúlin á facebook-vanga sínum.

 

Upptøkan til heilsurøktara verður sostatt samanlagt 26 í ár. Heilsuskúlin kann taka 17 næmingar upp, tvær ferðir um árið til heilsurøktara.

 

Um væntanin um løn undir útbúgving er ein avgerðandi orsøk, vita vit ikki heilt avgjørt, men tað er freistandi at hugsa at soleiðis er, skrivar Heilsuskúlin.

 

Fyri at fáa løn undir útbúgving, eftir núverandi uppskotið, sum er til viðgerð, skal ein umsøkjari hava sáttmála við eitt arbeiðspláss, sum síðani fær endurgjald frá landinum fyri ein part av lønini.

 

Lat okkum vóna at hetta ber á mál, so vit í august kunnu taka ímóti fullum flokkum av komandi starvsfólkum, til umsorganar- og røktarstørv í Føroyum, skrivar Heilsuskúlin á facebook-vanganum.