46 milliónir meira í mvg-inntøkum

Fyrr í dag boðaði Fíggjarmálaráðið frá, at landskassin hevur fingið 32 millinir krónur minni í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár. (les her)

Nú boðar Fíggjarmálaráðið frá, at landskassin hevur fyrstu sjey mánaðirnar av 2012 fingið 46 mió. kr. meira í mvg- inntøkum enn somu mánaðir í 2011.

MVG- inntøkurnar eru nú uppgjørdar fyri fyrstu sjey mánaðirnar av 2012, og hevur landskassin hesar mánaðir fingið 683 mió. kr. í mvg- inntøkum. Sama tíðarskeið í 2011 fekk landskassin 637 mió. kr. Í mvg- inntøkum. Talan er sostatt um ein vøkstur upp á 46 mió. krónur svarandi til 7,2 prosent.

– Ikki ber til neyvt at siga, hvussu stórur partur av hesum vøkstri stavar frá meirnýtslu, og hvussu stórur partur stavar frá meir íløgum, sigur Fíggjarmálaráðið.