46 fólk sótu nær tí smittaða á veg til Nuuk

Tilsamans hevur Grønland higartil havt 51 koronu-tilburðir, harav 50 fólk eru vorðin frísk aftur.

 

 

Tilsamans 46 ferðafólk í einum flogfari úr Danmark til Nuuk hin 29. juni í ár skulu nú finnast av landslæknaembætinum í Grønlandi, tí hesi sótu nær einum persóni í sama flogfari, sum leygardagin varð staðfestur positivur fyri covid-19 við einari endurkanning.

 

Men, sambært Sermitsiaq er landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, ikki órógvaður av støðuni, tí hin smittaði hevði hildið hildið seg til reglurnar um sóttarhald. Hin smittaði kom til grønlendska høvuðsstaðin hin 29. juni og varð endurkannaður leygardagin hin 3. juli og staðfestur positivur. 

 

- Vit hava ein lista við heili 46 fólkum, sum vera mett at hava verið nær tí smittaða í flogfarinum, sigur landslæknin, sum leggur aftrat, at tey gjarna vilja, at hesi fólk verða kannað av nýggjum, nú eitt av ferðafólkunum er staðfest smittað.

 

Tilsamans hevur Grønland higartil havt 51 koronu-tilburðir, harav 50 fólk eru vorðin frísk aftur. Eingin er innlagdur við koronu í Grønlandi, og higartil er eingin deyður.  Øll, sum koma til Grønlands og sum ikki hava fingið báðar koppsetingarnar, skulu endurkannast fimm dagar eftir komu.