Sambært seinasta yvirlitinum koma koma 46 ferðamannaskip til Føroya í ár. 39 teirra koma til Havnar, fýra leggja at í Ánunum, meðan trý fara inn á Runavík.
Fyrstu skipini eru longu komin, longu 4. mars var Magellan, sum aftur lá á Havnini í morgun, við bryggju í høvuðsstaðnum. Fyrsti gesturin kemur á Runavík 21. mai, tá Albatros vitjar, meðan klaksvíkingar mugu bíða til 9. juni, tá Balmoral leggur at í Ánunum.
Seinastu summargestirnir fara 22. august úr Klaksvík, tá Berlin fer avstað, 6. august fer Albatros aftur úr Runavík, meðan 7. oktobur fer Marco Polo av Havnini fyri seinastu ferð í ár.
Runavík fáa gestir tríggjar ferðir, men tvær ferðir er talan um sama skip, Albatros hjá Phoenix Reisen, sum bæði er fyrsta og síðsta skipið. 25. juli vitjar Zuiderdam hjá Holland America Line í Runavík.
Í Ánunum eru tað fýra ymisk skip, sum leggja at. Fyrst er tað Balmoral 9. juni, síðani Chrystal Symphony 16. juli, so Black Watch 27. juli og seinast Berlin 22. august.
Fleiri skip hava gjørt Havnina ein fastan part av síni ferðaskrá og eru tí afturvendandi gestir. Marco Polo, sum verður á Havnini fyrstu ferð 6. juni, kemur aftur á Havnina fimm ferður afturat, seinastu ferð 7. oktobur.
Magellan, sum í morgun var á Havnini fyri aðru ferð í ár, vitjar eina ferð afturat, 3. juli.
Ferðavinnan hevur funnist at grindalógini og sigur, at nógv umtalaða fráboðanarskyldan hevur kostað fleiri tíggjutals milliónir. Í fjør komu 63 ferðamannaskip á Havnina, í ár er talið 39.










