Akstovan læt mikudagin 5. oktober løgregluni tilsamans 458 mál um tøku av nummarspjøldrum á bilum kring landið. Talan er um bilar, har bilaeigarin enn ikki hevur goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2011.
Akstovan veit á síni heimasíðu at siga, at kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftistøðu, tekur løgreglan nummarspjøldrini av akfarinum.
So, hjá teimum, sum enn eru í eftirstøðu fyri vegskatt, er ongantíð ov skjótt at fáa hetta gjørt, tí við hesum seinasta "rykkjaranum" rúka eisini pláturnar.