Øll vilja stuðlað teimum neyðstøddu, tað sæsta á øllum brøgdum. Og skipanin, sum Føroya Tele hevur sett í verk, tykist at hava fingið sera góða undirtøku. Nærum ein hálv millión, ella 456.872 kr vóru hósmorgunin kl. 10 komnar inn á kontoina. Og talið bara veksur fyri hvønn tíma, ið fer.
Stuðlið eisini við sms-boðum
Higartil er telefonstuðulin komin til vega á tann hátt, at fólk hava ringt til nummar 905656, og harvið automatiskt latið 100 kr, sum verða lagdar afturat telefonrokningini.
Men nú er, umframt stuðulsnummarið 905656, ein nýggj skipan komin, sum ger, at fólk eisini kunnu sms'a stuðul til Reyða Kross.
Við at senda sms við tekstinum »RK 25«, »RK 50« ella »RK 100« til 1441, ber til at stuðla við ávikavist 25, 50 ella 100 kr.
Longu nú eru tey mong, ið hava nýtt høvið at stuðla á henda hátt eisini.
Fylgjast kann við hvussu innsavningin gongur, og hvussu upphæddin veksur, m.a. á www.portal.fo, har tølini allatíðina verða dagførd. Her sæst tó bert upphæddin á telefoninnsavningini, ikki samlaði stuðulin, sum Reyði Krossur hevur fingið.
? eys ?









