Ringar tíðir rína ikki við útisetar, sum vilja sleppa heim til jóla.
Tað mugu bæði Atlantsflog og Smyril Line ásanna.
Bæði flutningsfeløgini kunnu nevniliga staðfesta, at hugurin hjá útisetum at sleppa heim at halda jól, hevur ongantíð verið størri enn í ár.
Av tí sama eru aftur í ár fleiri eykatúrar settir á skránna, fyri at geva øllum áhugaðum møguleika at sleppa heim.
Jákup Sverri Kass, marknaðarstjóri í Atlantsflogi, sigur, at av tí sama fara tey at flúgva tveir túrar fleiri í ár, enn tey gjørdu í fjør.
Sostatt flúgva tey 37 túrar heim til Føroyar í ár frá í dag fram til jóla afturímóti 35 túrum í fjør.
Flogið verður úr Keypmannahavn, Ålborg, Billund, Reykjavík, Oslo, London og Aberdeen.
Harumframt eru tveir leigutúrar úr Bergen og úr Haugesund í Noregi.
- Tilsamans hava 3300 fólk bílagt sær ferðaseðil heim við Atlantsflogi, sum er eitt sindur meiri enn í fjør.
- Hetta er tað mesta, sum hevur verið, sigur marknaðarleiðarin hjá Atlantsflogi.
Tilsamans er pláss fyri 3400 fólkum, so tað eru 100 ferðaseðlar eftir og teir eru á túrum úr Keypmannahavn, heilt uppiundir jólum, men annars eru nakrir fáir ferðaseðlar eftir úr Haugesund, Bergen og Reykjavík.
Mugu tillaga seg
Jákup Sverri Kass ásannar, at hetta førir eisini við sær, sær at øll sleppa ikki heim ella avstað, tá ið tey vilja.
- Men hetta eru nógv fyrireikað upp á og tí er tað longu beint eftir summarfrítíðina, at fólk bíleggja sær jólaferðina heim.
Hinvegin eru tað nógv lesandi, sum ikki fyrrenn rættiliga seint vita, nær próvtøkurnar eru lidnar, so tey fáa ikki bílagt ferðaseðil heim fyrrenn tað líður út á árið.
Hinvegin verða ferðafólk úr Danmark eisini flogin heim umvegis Noreg.
Ferðafólkið fær so smátt heimaftur eftir jól, men tann 10. januar er øll jólaferðslan avgreidd.
Norrøna fullfermd
Annars fer Norrøna eisini at sigla ein túr heim á jólum og tað er ein túrur úr Keypmannahavn tann 19. desember.
Norrøna hevur fyrr siglt heim á jólum, men hetta er fyrstu ferð, at hon siglur úr Keypmannahavn.
Og tað hava ferðafólk tikið væl ímóti, tí fyribils eru tað 1096 ferðafólk, sum hava bílagt sær ferðaseðil og tað er tað mesta, sum hevur verið.
Men á Smyril Line vænta tey eini 50 fólk afturat og tá eru øll kømurini seld.
Sostatt verður skipið at kalla fult, tí hóast pláss er fyri yvir 1482 ferðafólkum við skipinum, hevur Smyril Line gjørt nøkur fýramannakømur um til tveymannakømur.
MYND AV SKIPI/FLUGVARA
Ongantíð áður koma so nógvir føroyingar heim at halda jól, sum í ár og nú eru øgiliga fáir ferðaseðlar eftir við Norrønu og Atlantsflogi










