450 børn masjera gjøgnum býin

sí myndir

Í morgun hevur barnafagnaður verið í Klaksvík, og øll børnini í dagstovnunum í Norðoyggjum hava gingið skrúðgongu frá politistøðini og niðan á vøllin í Djúpumýru.

 

 

 

 

Børnini, sum ganga á stovni í Norðoyggjum, eru á leið 450 í tali. Í longri tíð hava børnini arbeitt við evninum sirkus, sum eisini var reyði tráðurin til fagnaðin.

 

 

 

 

Á vøllinum høvdu tey handan útgávuna "Kom við í Spæliland" framførslu, og børnini sungu og dansaðu saman í góðveðrinum.