Stjórnin í Afghanistan kunngjørdi í dag, at eitt álop hjá NATO seinasta fríggjadag kostaði í minsta lagi 45 sivilum afghanarum lívið. Teirra millum vóru fleiri kvinnur og børn.
Stjórnin í Afghanistan kunngjørdi í dag, at eitt álop hjá NATO seinasta fríggjadag kostaði í minsta lagi 45 sivilum afghanarum lívið. Teirra millum vóru fleiri kvinnur og børn.
Tilburðurin var í Helmand-landspartinum har suðuri í landinum.
Ein talsmaður fyri stjórnina segði, at undir álopinum skutu NATO-hermenninir eina rakett inn í eini hús, sum nógv sivilfólk høvdu leitað sær skjót í, tí NATO-hermenn og menn úr Taliban skutu eftir hvør øðrum uttanfyri.
NATO hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini frá stjórnini. Ein talsmaður fyri teir útlendsku hermenninar sigur tó, at NATO hevur fingið boð um tilburðin, og at herleiðslan er í ferð við at kanna, hvat hendi.










