45 metrar um sekundið á Norðadalsskarði

Sera nógvur vindur og hált nógvastaðni, sigur Landsverk.

Eins og veðurforsøgnin bendi á, so er nógvur vindur um landið í løtuni, og onkustaðni heilt nógvur.

 

Við Norðradalsskarð er nú stormur, 21 til 24 metrar um sekundið, og heilt upp í 45 metrar um sekundið í hvirlunum.

 

Í Oyndarfirði, um Høgareyn, á Sandavágshálsi og á Sandi eru 17 til 21 metrar um sekundið og ávikavist 33, 27, 29 og 27 metrar um sekundið.

 

Á Streymnesi, á Mykinesi, við Velbastaðsháls, í Hvalba, á Krambatanga og í Porkeri er hvassur vindur, 14 til 17 metrar um sekundið, og millum 28 og 32 metrar um sekundið í hvirlunum.

 

Á Kambsdali og á Gøtueiði er stívt andøvsgul, 8 til 11 metrar um sekundið, men tó heilt upp í 30 og 25 metrar um sekundið í hvirlunum. 

 

Harumframt er boðað frá hálku á Viðareiði, um Gjáarskarð, á Kambsdali, á Gøtueiði, í Oyndarfirði, í Runavík, í Norðskálatunlinum, um Høgareyn og inni við Sund.