45 mánaðarlønir afturat

Í síðstu viku segði Almannaverkið níggju fólkum úr starvi. Orsøkin er, at ov nógv fólk eru sett í starv í vár.

Mánadagin í síðstu viku boðaði Almannaverkið frá, at neyðugt verður at siga níggju fólkum úr starvi. Í tíðindaskrivi skrivar Almannaverkið millum annað, at ”í vár var avgjørt at styrkja borgaratænasturnar, sum eru raðfestar høgt í samanlagda stovninum.”
Eftir øllum at døma eru hesar tænastur raðfestar somikið høgt, at tær hava sprongt loftið.
Víðari skrivar Almannaverkið í sama tíðindaskrivi: ”Játtanin til Almannaverkið í 2014 verður tann sama sum í 2013, og nú borgaratænasturnar eru uppraðfestar, mugu onnur økir niðurraðfestast, so stovnurin kann halda játtanina.”
Við uppsagnunum roknar Almannaverkið við at spara 3,3 milliónir krónur í lønarútreiðslu næsta ár.
Eyðun Mohr Hansen váttar, at orsøkin til aktuellu uppsøgnirnar kann peikast beint aftur til setanirnar av starvsfólkum fyrr í ár.
- Jú, játtanin er ikki størri næsta ár, so vit mugu spara, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Tey níggju starvsfólkini fingu ætlanarskriv um uppsøgn í síðstu viku. Flestu teirra eru limir í Starvsmannafelagnum. Tey hava flest øll verið somikið leingi í starvi, at tey hava rætt til løn í seks mánaðir, eftir at tey eru uppsøgd.
Tilsamans hava tey níggju fólkini rætt til uppsagnarløn í 45 mánaðir.
- Jú, tað er rætt. Og samstundis eru fólkini fríttstillað, váttar Eyðun Mohr Hansen.