45 grundstykki við Klingurstjørn á Argjum

Í morgun skrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um gerð av 45 grundøkjum við Klingurstjørn á Argjum. Arbeiðið skal ganga skjóttt, byrjað verður longu í næstu viku og sambært arbeitstakarasáttmálanum er rammutíðarætlanin sett til 15 mánaðir.

 

Seinni í summar verða tey 45 stykkini lutað út eftir broyttu mannagongdini um útlutan av grundstykkjum í kommununi. Meiri kunning um hetta verður á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu seinni.

 

Landsbyggifelagið hevur prosjekterað og kemur eisini at taka sær av byggileiðslu og eftirliti. Annað kortið niðanfyri vísir, hvar útstykkingin verður, hitt vísir tey 45 grundstykkini, tvey parkeringsøki og eitt øki, ið er avsett til spælipláss.

 

Myndin er tikin í morgun, tá Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, og Annika Olsen, borgarstjóri, undirskrivaðu arbeiðstakarasáttmálan.