Tað var í mai, at Articon og Tórshavnar kommuna skrivaðu undir sáttmála um at gera 45 grundøkini við Klingurstjørn á Argjum. Í gjár hevur Tórshavnar kommuna so lutað út tey 45 grundøkini í næstu útstykkingini við Klingurstjørn, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Grundøkini vórðu býtt millum 127 luttakarar, sum í gjárkvøldið fingu teldupost frá kommununi við úrslitinum av lutakastinum.
Hetta er triðju ferð, at Tórshavnar kommuna lutar út grundøki eftir nýggju tilmeldingarskipanini, og vóru tveir uttanhýsis advokatar, Jógvan Elias Winther Poulsen og Eyðbjørn Larsen, til staðar at vitna og vátta, at alt gekk rætt fyri seg.
Útstykkingin er í gerð í løtuni, og tá arbeiðið er liðugt, verða samanlagt 93 grundøki við Klingurstjørn.