45 fingið prógv í Klaksvík

Nú upp undir vikuskiftið hava próvtøkur verið á sjóvinnuskúlanum og á tekniska skúla í Klaksvík og tilsamans hava 45 næmingar tikið prógv á teimum báðum útbúgvingarstovnunum. Av teimum eru 10 næmingar í sjóvinnuflokkinum, 10 næmingar á kokkaskúlanum og 25 næmingar á tekniska skúla.

Hesir fýra á myndini hava lært til elektrikara á tekniska skúla. Teir eru frá vinstru: Á Kristian Biskopstø Andreasen, Klaksvík, lært hjá EL-IN, Hans Sólbjørn Olsen, Klaksvík, lært hjá Tummas Thomsen, Dávur Johannesen, Klaksvík, lært hjá EL-IN og Lindi í Gerðum, Syðrugøtu, lært hjá EL&Talvuvirkinum.

Myndirnar av hinum næmingunum, sum hava tikið prógv, eru at síggja í eini myndafrásagnir her á Portalinum.