45 av 1250 næmingum koma

Á skúlanum á Løgmannabreyt og Vesturskúlanum ganga tilsamans 1255 næmingar. Yvir 1200 av teimum vera ikki í skúla fríggjadagin.

 

Nógv tos hevur verið um, hvørt børnini skuldu fáa frí fríggjadagin, men at enda skar Mentamálaráðið ígjøgnum og segði, at dagurin skuldi vera vanligur skúladagur.

 

Heilt vanligur verður hann kortini ikki. Um alt landið hoyrist, at fáir skúlanæmingar vera í skúla hendan dagin. Í Havnini hevur ein ansingarstovnur opið, meðan fleiri skúlar vera at kalla tómir.

 

Tveir teirra eru skúlin á Løgmannabreyt og Vesturskúlin. Á Vesturskúlanum væntar skúlastjórin at eini 30 næmingar av teimum 830, ið hoyra til skúlan, koma í skúla, meðan á Løgmannabreyt væntar Høgni Joensen, skúlastjóri, at eini 15 av hansara 425 næmingum koma.

 

- Vit vera eini 15 næmingar og nakrir fáir lærarar á skúlanum fríggjadagin, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri á skúlanum við Løgmannabreyt. Vit royna at skapa eina hugnaliga løtu og bjóða næmingunum morgunmat, áðrenn vit fara út at hyggja eftir sólarmyrkingini. Vit hava eisini bjóða foreldrunum við. Síðani bjóða vit næmingunum pizza, áðrenn vit gevast á døgurða, sigur hann.

 

Av skúlanum á Løgmannabreyt vera væntandi góð útlit at síggja sólarmyrkingina, um tað viðrar, og Høgni Joensen væntar hálvavegna, at nógvir grannar leita sær leiðina út á parkeringsøkið skúlans at hyggja at sólarmyrkingini.

- Næmingar skúlans búgva allir í økinum, og so vítt eg dugi at skilja, vera flestu teirra saman við familjuni hesa løtuna. Parkeringsøkið her er so ein upplagdur møguleiki at eygleiða hendingina, sigur hann.

 

Skúlin á Løgmannabreyt hevur annars gjørt nógv burtur úr at fyrireika næmingarnar til sólarmyrkingina.

- Vit hava havt evnisviku um hendingina og hava havt vitjan av fólki at greiða frá. Hjørleif Kúrberg var og greiddi frá, hvussu hann upplivdi sólarmyrkingina í 1954, og onkrir flokkar hava verið og vitjað framsýningina á Tjóðsavninum, greiðir Høgni Joensen frá.