45 ára gamli Buffon gevst

Loksins sær út til, at Gianluigi Buffon fer at leggja handskarnar á hillina

Mynd: Gianluigi Buffon heilsar upp á Jákup Mikkelsen eftir dystin á Tórsvølli. Rógvi Jacobsen sæst í bakgrundini

Italskir miðlar skriva, at 45 ára gamli Gianluigi Buffon fer at leggja handskarnar á hillina nú. Hann hevur sáttmála við barndómsfelagið Parma fyri komandi kappingarár, men skaðar eru farnir at gera um seg. Gianluigi Buffon fekk sítt gjøgnumbrot fyri áleið 28 árum síðani fyri Parma, sum tá var eitt av spennandi feløgunum í Seria A. Hann bleiv dýrasti málverjin í heiminum, tá hann í 2001 skifti til Juventus.

 

Hann fór eitt stutt skifti til Paris Saint Germain í 2018 og aftur til Juventus árið eftir, men valdi í 2021 at fara aftur til Parma eftir 657 dystir í Seria A, sum er met. Hann hevur eisini vunnið italska meistaraheitið tíggju ferðir og eitt HM við Italia í 2006, har tað bleiv til ikki færri enn 176 landsdystir.

 

Føroyska íselttið er at í tveimum av teimum dystunum spældi Italia móti Føroyum. Í báðum dystunum skoraði Rógvi Jacobsen. Sagt verður í italskum miðlum, at Gianluigi Buffon væntast at blíva eitt slag av leiðara hjá italska landsliðnum. Eitt starv, sum Gianluca Vialli, sáli, hevði undan honum.

 

Mynd: Gianluigi Buffon heilsar upp á Jákup Mikkelsen eftir dystin á Tórsvølli. Rógvi Jacobsen sæst í bakgrundini