Hóast tann nýggja kanningin ikki verður almenn fyrr enn tann 27. februar, hevur sjónvarpið CNN longu fingið fatur á henni. Har kemur fram, at síðani 1950 hava børn skuldsett prestar fyri kynsligan ágang í meiri enn 11.000 førum.
Teir flestu av teimum 4.450 prestunum vórðu skuldsettir fyri at hava gjørt seg inn á barn í einum einstøkum føri. Meiri enn 1.100 prestar vórðu skuldsettir fyri at hava gjørt seg inn á børn tvær ella tríggjar ferðir, og 578 prestar vórðu skuldsettir fyri kynsligan ágang í meiri enn tíggju førum, sigur CNN.
Kanningin vísir eisini, at í 6.700 førum bleiv tað prógvað, at skuldsetingarnar vóru rættar, í 1.000 førum kundi hetta ikki prógvast, og tær seinastu 3.300 skuldsetingarnar vórðu ongantíð kannaðar, tí hesir prestarnir vóru ikki á lívi longur.
Katólsku biskuparnir í USA hava sýtt fyri at gera viðmerkingar til kanningina, sum prestafelagið sjálvt hevur latið gera.










