445 missa plátur vegna vegskatt

Akstovan hevur latið løgregluni 445 mál um at klippa nummarplátur av bilum, sum ikki hava goldið vegskatt.

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 445 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2014.

 

– Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, sigur Akstovan.