44 uppskot til navnakapping

Ikki færri enn 44 uppskot eru innkomin til kappingina at finna navn til nýggja røktarheimið í Klaksvík.

Mánadagin var freistin úti at lata inn uppskot til navnakapping, ið Klaksvíkar Kommuna hevur útskrivað, nú navn skal finnast til nýggja røktarheimið, sum er í gerð og eftir ætlan skal verða klárt seint í summar.

Týsdagin kom dómsnevndin saman, har byrjað varð við einari rundvísing í nýggja røktarheiminum, har Svend Sivertsen frá Fuglark tók ímóti og greiddi frá tí byggitekniska partinum.

Jóhann Lützen, sum er formaður í sosialu nevnd, letur væl at áhuganum fyri kappingini.

- Onkur av uppskotunum gingu aftur, men fleiri áhugaverdar frágreiðingar fylgdu við frá uppskotsstillarum, sigur Jóhann Lützen.

- Dómsnevndin ynskir at taka sær ta neyðugu umhugsunartíðina til støðutakan, men eg rokni við, at vit kunnu avdúka komandi navndið á nýggja røktarheiminum seinni í hesum mánaðinum, sigur Jóhann Lützen.

Dómsnevndin, ið skal viðgera innkomnu uppskotini, er mannað við hesum persónum Jóhann Lützen, Finn Kjølbro, Gunnleyg Durhuus, John Færø og Eyðbjørg Joensen.