44 tímar um døgnið við ítrótti

SJÓNVARP. Ein stovnur í Karlsruhe, sum gera analysur av fjølmiðlum, er komin fram til, at týskir sjónvarpshyggjarar í 1999 høvdu møguleikan at síggja ítrótt í týskum sjónvarpinum 44 tímar hvørt samdøgur.

Nógv verður gjørt við ítrótt í týskum sjónvarpi, og serliga er tað fótbólturin, sum fær ovmikið av senditíð. Í fjør vóru 4.600 tímar við fótbólti í týskum sjónvarpi.

Tað stóð ikki líka væl til hjá teimum, sum dáma tennis, tí tey fingu bert 1654 tímar við teirra ítrótti á skíggjanum...