44 kappast um bestu stuttsøgu

Nú freistin var úti, vóru 44 stuttsøgur komnar inn til stuttsøgukappingina, sum Bókadeildin fór undir í heyst Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, fegnast um áhugan og sigur, at hetta kemur væl við, av tí at tað hevur verið soltið við skrivaðum søgum, sum er egnaðar til nútímans føroyskan ungdóm.

Nú verða søgurnar allar latnar bókmentaligu nevndini hjá forlagnum, og síðan skulu tey velja eina ella tvær vinnarasøgur.

Tey, ið vinna kappingina, fáa 12.000 kr hvør, umframt at tey sleppa á ráðstevnu saman við fólki á forløgum í Føroyum og Norðurlondum, við drúgvum royndum í ritstjórnararbeiði. Harumframt verður kendur bókmentagranskari við, sum skal halda fyrilestur og annars geva frá sær góð ráð um at skriva.

Hetta verður eisini gylt høvi hjá teimum báðum føroysku vinnarunum at sleppa at vera saman við øðrum bæði royndum og óroyndum rithøvundum úr teimum seks londunum úr norði.

Ráðstevnan, sum Kulturkontakt Nord stuðlar, er sett at vera í februar komandi ár, men longu undan jólum fáa luttakararnir í skrivikappingini boð um, hvør hevur vunnið spennandi kappingina.