Nú summar er, og nógv fólk ferðast kring heimin, eru eisini onkrar hendingar á frítíðarstøðum, sum eru minni hepnar - og aðrar beinleiðis vandamiklar.
Herfyri lótu eini tvey fólk lív í einum tivoli í India og mong fingu skaða, og nú um dagarnar gjørdust gestir í einum vatnlandi í Kina eisini rættiliga skakkir.
Í tí eina hylinum, har hæddarpunktið er ein eftirgjørd alda, gjørdist henda eina aldan nógv størri, enn hon ætlandi skuldi havt verið.
Sagt verður, at eitt sonevnt funktionelt brek í maskinuni, sum eftirger aldu, var orsøkin til álvarsliga tilburðin.
Soleiðis, sum viðhefta filmsbrot vísir, var aldan í kinesiska vatnlandinum so mikið stór, at tilsamans 44 fólk fingu skaða.
Filmsbrotið sæst um hesa leinkju -
https://www.vgtv.no/video/181907/aner-fred-og-ingen-fare-saa-treffer-boelgen











