431 nýggir smittutilburðir

Hetta er 25 tilburðir fleiri enn miðaltalið fyri seinastu sjey dagarnar, sum er 406.

 

Nýggjastu tølini úr Noregi siga, at seinasta samdøgnið eru staðfestir 431 nýggir covid-19 tilburðir í landinum. Hetta er 25 tilburðir fleiri enn miðaltalið fyri seinastu sjey dagarnar, sum er 406.

Seinasta mikudag vórðu staðfestir 668 tilburðir í Noregi og dagin fyri - týsdagin í síðstu viku - hevði Noreg 422 tilburðir. 

Í Noregi eru nú skrásettir tilsamans 59.887 covid-19 tilburðir, síðan farsóttin tók seg upp. Smittutilburðirnir eru í minking, men tølini eru kortini veksandi í 19 kommunum.

Í løtuni liggja 128 fólk á sjúkrahúsi við covid-19, og higartil eru 543 fólk í Noregi deyð við covid-19.