Alt meira verður gjørt við seyðahndar og kappingar eru javnan kring landið. Leygardagin luttóku heilir 43 hundar í góðveðrinum í kapping við Leynavatn. Stór seyðahundakapping var við Leynavatn um vikuskiftið. Leygardagin kappaðust klassi 3, sum eru teir bestu hundarnir í landinum, og klassi 1, sum eru hundar á byrjunastøði.
Sunnudagin kappaðust klassi 2, ið eru hundar, sum eru komnir víðari. Kappingin var væl fyriskipað og sera væleydnað. Í góðveðrinum luttóku 43 hundar.
Vinnarirnir gjørdust:
Klassi 3:
Nr. 1 Páll Poulsen við Taru
Nr. 2 Eyðstein Jensen við Nap
Nr. 3 René Hansen við Taff
Klassi 2:
Nr. 1 Oyvindur Brimnes við Frigg
Nr. 2 Hjørleif H. Jensen við Holly
Nr. 3 Tummas jacobsen við Glen
Klassi 1:
Nr. 1 Tummas Jacobsen við Cap
Nr. 2 Eystein Jensen við Gyp
Nr. 3 Mikkjal Holm við Perlu