420 fólk til dansistevnu

Tað er í dag, at landsdansistevnan verður hildin í Runavík.

Øll tey 16 dansifeløgini, sum eru við í Sláið Ring, sum er landsdansifelagið hjá føroysku dansifeløgunum, hava boðað frá luttøku.

Katrina Hansen, sum er forkvinna í Eysturoyar Dansifelag, sigur, at tey hava arbeitt miðvíst síðani januar í ár at fyrireika stevnuna.

- Byrjað verður við setanini við ráðhúsið lokka 17, og síðani verður farið í ítróttarhøllina til ein betri bita. Og tá borðhaldið so er liðugt, verður farið undir dansikvøldið, sigur Kartina Hansen.

Tað er soleiðis, at hvørt dansifelagið hevur sítt kvæði at skipa.

- Tað verður Eysturoyar Dansifelag, sum leggur fyri, og so koma hini dansifeløgini eitt fyri og annað eftir, sigur Katrina Hansen.

Tilsamans hava dansifeløgini melda umleið 420 fólk til dansistevnuna, sum altso hesaferð verður hildin í Runavík, við Eysturoyar Dansifelag sum veti.