Stórur áhugi er at melda til klassisku tónleikakappingina Stella Polaris 2015, sum á øðrum sinni verður hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 21. og 22. februar.
Nú tíðarfreistin var úti 1. desember, høvdu 42 tónleikarar í ymsum aldri meldað til kappingina, og hettar eru væl fleiri enn til seinastu kapping.
- Tað er at frøðast um at Stella Polaris hevur so stóra undirtøku millum tónleikarar, og hettar vísir okkum eisini, at tørvur er á slíkari kapping í Føroyum, skriva fyriskipararnir.
Luttakararnir eru musikkskúlanæmingar úr musikkskúlununum kring landið, men eisini tónleikarar, sum lesa tónleik uttanlands, hava meldað til.
Eitt sera breitt úrval av ljóðførum eru umboðað í kappingini, alt frá strúkarum, blásarum, klaverleikarum til guitar, sang, slagverk og orgul.
Stella Polaris 2015 er alment tiltak, og tí verður høvi hjá øllum teimum sum hava áhuga, at hoyra framførslurnar, tá kappingin fer av bakkastokki í februar komandi ár.










