42 ára gamli toppskjúttin heldur fram

Tað sigur hann við Portalin í dag.

 

- Eg ætli mær at halda fram, so leingi hugurin er til tað, og eg eri førur fyri at spæla. Tað eri eg framvegis, so nú fari eg at fyrireika meg til kappingarárið í Vodafonedeildini í 2011, sigur Jens Erik Rasmussen.

 

42 ára gamli bóltsnillingurin skeyt flest mál í 1. deild í ár. Hann er skrásettur fyri 17 mál, og seks av teimum vóru við brotssparki.

 

Hann hevur eisini verið liðskipari hjá 07 Vestur, sum fekk handað gullmerkini í dag.