42 næmingar prógv á Ítróttaháskúlanum

Næmingarnar heystskeiðið eru úr Føroyum, Íslandi, Danmark og Svøríki.

Leygardagin var hátíðardámur á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tá næmingarnar, sum hava gingið á heystskeiðnum á Ítróttaháskúlanum, fingu prógv.

 

 

Teir 42 næmingarnar eru úr Føroyum, Íslandi, Danmark og Svørríki.

 

 

Várskeiðið 2019 er fultteknað, og byrjar 14. januar. Fá pláss eru til Heystskeiðið 2019, upplýsir Ítróttaháskúlin.

 

 

Í summar verður skipað fyri summarskeiðið fyri 40-55 ára gamlar unglingar. Heta skeið verður

1.juli til 6. juli 2019,í Vági.