416 eftirstøður í vegskatti

Akstovan hevur í gjár latið løgreglustøðunum kring landið 416 mál um vegskattaeftirstøður fyri fyrra hálvaár 2017.

 

Tey, ið ikki hava goldið vegskatt missa nummarpláturnar av akførunum, um ikki tey kunnu vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu.

 

Somu tíð í fjør vórðu tað 638 mál, ið vórðu latin inn.