414 veljarar verið á vali

Klokkan 18.30 í kvøld høvdu 414 fólk verið á vali í Nes kommunu. Tað er 47,4% av veljarunum.

Klokkan 18.30 í kvøld høvdu 414 fólk verið á fólkatingsvali í Nes kommunu. Tað er 47,4% av veljarunum í kommununi.

 

Hyggja vit at fólkatingsvalinum 16. septebmer í 2011, høvdu 393 fólk verið á vali klokkan 18.30, svarandi til 46,3% av veljarunum í kommununi.

 

Hetta merkir, at samlaða valluttøkan í Nes kommunu higartil í dag er heldur størri enn á valinum í 2011. 

 

Tá talt varð upp á middegi og klokkan 14 í dag hevði valluttøkan verið heldur minni enn á undanfarna vali.

 

Men, í uppteljing klokkan 16.30 og nú klokkan 18.30 er valluttøkan heldur størri enn í 2011, tó at munurin er lítil.

 

Valluttøkan í Nes kommunu á valinum 16. septebmer í 2011 var 63,2%, sum var nakað størri enn miðalvalluttøkan í Føroyum var til hetta val.