Ultimate Aero Twin, sum Shelby Supercars hevur framleitt, eigur nú heitið sum heimsins skjótasti bilur Undir royndarkoyring á einum amerikonskum motorvegi náddi bilurin eina ferð upp á 413,83 km/t, og hetta eru á leið 5 km/t skjótari enn gamla metið, sum Bugatti Veyron hevði. Nýggi superbilurin hjá Shelby hevur 1183 hestakreftir, og tað bilinum ber 2,7 sekund at vinda seg upp frá 0 til 100 km/t.










