Góðu búskaparligu tíðirnar í Føroyum endurspeglast ikki bara í lága arbeiðsloysinum, men eisini í talinum av útgoldnum lønum. Fyri triðja mánaða á rað eru nevniliga vøksturin á útgoldnum lønum voksið við meira enn 2,5 prosent, og hava lønirnar seinastu tveir mánaðirnir ligið yvir 700 milliónir krónur um mánaðin. Tað upplýsir Hagstova Føroya í dag.
Góða gongdin sæst eisini aftur tá hugt verður eftir 2015 sum eina heild. Hagstovan skrivar á teirra heimasíðu, at higartil í ár eru útgoldnar 7.236 milliónir kr. í lønum, ið er 412 milliónir krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Í prosentum er talan um eina framgongd á seks prosent.
Kanska ikki heilt óvæntað, so er tað serliga góða gongdin í fiski- og alivinnuni, ið hálar lønirnar upp. Higartil í ár eru 164 milliónir krónur útgoldnar meira í lønum í hesi vinnuni.
Sambært Hagstovuni, so er tað serliga hýrurnar, ið hava verið betri í ár enn í fjør, og
eru tær ein triðingur av samlaða lønarvøkstrinum. Higartil eru 823 milliónir krónur útgoldnar í lønum, ið er ein framgongd á 136 milliónir krónur í ár. Í prosentum er talan um ein vøkstur á 20 prosent.
Vøkstur hevur eisini verið í øðrum vinnum, og kann byggivinnan vísa á ein vøkstur á 8,5 prosent, meðan tænastuvinnan kann vísa á ein lønarvøkstur á millum 3,6 til 3,9 prosent.