Umsóknarfreistin til upptøkuna í 2018 var sunnukvøldið 1. juli á midnátt. Inn komu tilsamans 411 umsóknir til bachelor, master og hjánám. Í 2017 komu 353 umsóknir inn.
- Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mikudagin 11. juli 2018. Tey, ið fáa bjóðað lestrarpláss, skulu svara, um tey taka av plássinum, í seinasta lagi 1. august á midnátt, sigur Fróðskaparsetrið.
Til bachelorútbúgvingarnar vóru tað 18, sum søktu inn til føroyskt, 73 til fólkaskúlalærara. 62 til námsfrøði og 51 til KT-verkfrøði. 24 til lívfrøði og 66 til sjúkrarøktarfrøði. 10 søktu inn til politikk og umsiting, 18 til sosialvísud og samfelagsplanlegging og 10 til søgu. Tilsamans søktu 332 fólk um upptøku á bachelorútbúgvingar.
Á masterútbúgvingar vóru tað 6, sum søkt um upptøku til master í føroyskum. 26 til master í heiluvísindi. 11 til masterlæru, 13 til løgfrøði og 17 til west nordic studies. Í alt 73 umsóknir. Til hjánám søktu 5 um at upptøku til føroyskt, meðan 1 søkti um upptøku í søgu. Hetta gevur alt í alt 411 umsóknir.