Í góðveðrinum seinasta fríggjadag varð grillað á byggiplássinum hjá Sev á Sundi, har byggifelagið Articon arbeiðir við nýggja Sundsverkinum.
Høvi til hesa løtu var, at arbeitt hevur verið á plássinum í meira enn 400 dagar uttan nakran arbeiðsskaða við fráveru.
Fólk, sum hava koyrt framvið byggiplássinum, hava kanska sæð eitt stórt skelti við áskriftini - Dagar uttan vanlukku. Talið á skeltinum eru dagarnir, ið eru farnir, síðan seinasta arbeiðsskaða, sum hevði við sær fráveru.
- Men, á byggiplássinum hevur nevniliga eingin skaði verið við fráveru, síðan byggingin fór í gongd, kunnu tey hjá Articon fegnast um.
Tað er nýtt í Føroyum, at arbeiðspláss skelta við hesum, og onkursvegna sigur tað eisini eitt sindur um hugburðin til arbeiðsumhvørvi, at byggifyritøkur nú tora at skelta við døgum síðan seinasta arbeiðsskaða við fráveru.
- Okkara høvuðsboðskapur hevur altíð verið, at okkara fólk skulu fara frísk til og úr arbeiði, at tey skulu arbeiða á tryggum og fyrigevandi arbeiðsplássum. Vit miðja fram ímóti okkara visjón um 0 arbeiðsóhapp.
Hjá Articon dylja tey ikki fyri, at tey eru sera errin av at kunna lyfta hesa avbjóðing saman við sínum arbeiðsfólki.










