409 hava fingið tilboð um lestrarpláss

Setrið hevur nú viðgjørt tær 563 umsóknirnar um lestrarpláss, sum komu inn í ár.


Av teimum 563 umsøkjarunum fáa 409 at vita, at teimum stendur í boði at fáa eitt lestrarpláss. 290 á einari av bachelorútbúgvingunum, 31 á einum av hjánámunum og 88 á einari av masterútbúgvingunum. Í fjør fingu 248 tilboð um lestrarpláss.


Tey 154, sum ikki hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið bræv, um at umsóknin ikki er gingin á møti ella at tey standa á bíðilista.


Tey, sum fáa boðið lestrarpláss, skulu vátta, um tey taka av ella ikki. Seinasta freist at boða frá, um man tekur av, er 5. august, skrivar Setrið á síni heimasíðu.