40.000 ukrainar í streymloysi eftir russisk álop

Seinasta vetur lupu russar miðvíst á ukrainska undirstøðukervið. Avleiðingin var, at miljónir av ukrainum mistu el, hita og vatn.

Myndugleikarnir ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, siga, at 40.000 ukrainar í dag sita í streymloysi orsakað av russiskum álopum í nátt.

 

Ukrainar siga, at russiski herurin við 20-tals dronum hevur lopið á streymveitingarskipanir í landinum.

 

Seinasta vetur lupu russar miðvíst á ukrainska undirstøðukervið. Avleiðingin var, at miljónir av ukrainum mistu el, hita og vatn.

 

Ukrainska loftverjan sigur, at russar í nátt lupu á við 24 iranskt framleiddum dronum, harav tað eydnaðist at skjóta 11 dronur niður.

 

El-veitingarfelagið í Ukraina upplýsir, at tað serliga er í Dnipropetrovsk-regiónini, at streymveitingin er farin orsakað av russisku álopunum i nátt.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.