Beint eftir døgurða í dag fekk John Johannesen, heilsumálaráðharri handaðar 4000 undirskriftir.
Hesar vóru frá fólki í Norðoyggjum, Eysturoynni og aðrastaðni sum mótmæla at Klaksvíkar Sjúkrahús verður niðurlagt sum sjálvstøðugur stovnur.
Tað var ein av stigtakarunum, Regin Olsen sum handaði landsstýrismanninum undirskriftirnar.
John Johannesen lovaði at hesar undirskriftirnar skulu liggja frammarlaga í arbeiðinum hjá tí, sum fer at umsita heilsumál í eini komandi samgongu.