Fríggjadagurin var ein stórur dagur hjá teimum um 400 limunum hjá Dansifrøi. Tá var snotiliga nýggja dansihøllin alment tikin í nýtslu við móttøku, borðhaldi og dansi langt út á náttina.
Søgan er í stuttum hon, at longu árið eftir, at Dansifrøi varð stovnað í 1972, vórðu fyrstu ætlanirnar um egna dansihøll lagdar á borðið.
Strilti gekk tó, men so í 2002 varð nýggj bygginevnd vald, og síðani hevur veirð arbeitt miðvíst við at fáa høllina upp at standa. Í nevndina komu Høgni Mikkelsen, sum gjørdist formaður, Andreas M. Andreasen og Erling Jørgensen.
- Vit fóru beinavegin til verka og 28 nov.2002 bleiv fyrsta umsøkn send inn til TK, har vit søktu um leiguøkið og stuðul, segði Høgni Mikkelsen millum annað í røðu síni í sambandi við móttøkuna.
Heilt frá byrjan av var økið, har høllin nú stendur, eitt av støðunum, sum kommunan ávísti felagnum. At byrja við var meiningin, at fimleikafelagið Ljósið skuldi vera saman við Dansifrøi um høllina, men hendan ætlanin varð slept, tá nýggj stór fimleikahøll, FIMI, varð stungin út í kortið.
- Vit fingu játtað økið sum leiguøki frá TK og byggiloyvi 14 desember 2007. Við einari lítlari samkomu, sum var ein vakran mánadag 4. februar 2008, at táverandi varaborgarstjóri, Jógvan Arge, setti spakan í, og vóru fleiri eldri limir tilstaðar eins og býráðið og fjølmiðlarnir, segði Høgni Mikkelsen.
Høllin er 840 fermetrar stór og er góðkend til 700 fólk, og dekkast kann upp til 400-450 persónar.
Kostnaðurin liggur um 12 milliónir krónur.
- Reisigildið bleiv hildið 27. mai 2009, har Jógvan Arge, býráðslimur, helt eina góða røðu og eggjaði okkum limum til, at standa saman um høllina. Og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur hjálpt, tí serliga eru tað teir eldru limirnir, sum hava tikið hetta til sín, tí hesir hava brúkt yvir 4000 arbeiðistímar, fyri at koma so langt, Segði Høgni Mikkelsen.
Høllin er gjørd soleiðis, at hon lýkur ymisk krøv, eitt nú til gólv, og hon er eisini vinarlig mótvegis rørslutarnaðum.
Dansifrøi hevði boðið fimm dansifeløgum til hátíðarhaldið, og dekkað var upp til 270 fólk.










