Havn: Tað er ikki á hvørjum degi, at høvi er at hoyra ein afrikanskan erkabiskup tala á møti í Føroyum.
Sunnukvøldið verður hetta høvið í Meinigheitshúsinum í Havn, tá Nemuel Babba úr Nigeria talar.
Nemuel er ikki ókendur her á landi ella við Føroyar, tí hann hevur verið her fleiri ferðir áður. Og orsøkin til tað er hin einfalda, at hann er giftur við Kaju, sum er ættað úr Rituvík.
Hon varð send út sum trúboðari til Nigeria í 1969, og hevur virkað har síðani í fyrstuni einsamøll, men seinni saman við manni og børnum.
Møtið í Meinigheitshúsinum byrjar kl. 18, og har eru øll vælkomin.
Heima og úti
Við jøvnum millumbilum skipar Meinigheitshúsið fyri møtum, har dentur verður lagdur á trúboðaraarbeiðið úti í heimi.
Meinigheitshúsið er ein partur av arbeiðinum hjá Heimamissiónini í Føroyum, men hevur eisini eyguni vend út í heimin - móti teimum, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin,
Fyrr í mánaðinum varð eitt møtið hildið við sama endamáli, tá kona Nemuel - Kaja Babba úr Rituvík greiddi frá sínum arbeiði í luthersku kirkjuni í Nigeria. Á sama møti luttók eisini Maureen Clarke úr Havn, sum arbeiðir sum trúboðari í Vesturafrika.
Í annaðkvøld verður so høvið at hoyra erkabiskuppin í teirri luthersku kirkjuni í Norðurnigeria tala og greiða frá arbeiði sínum.
Hetta er ein stór og virkin kirkja, sum telur omanfyri 600.000 limir.
Hjartamál
Kristi Lutherska Kirkja í Norðurnigeria hevur í dag eitt víttfevnt andaligt virksemi. Alt byrjaði við at ein danskur trúboðari, sum var útsendur av donsku Sudanmissiónini, fór hagar at arbeiða í 1913.
Hóast kirkjan bæði hevur bíbliuskúlar, prestaskúlar og evangelistar í arbeiði, so er kortini stórur tørvur á at enn fleiri støð verða rokkin við gleðiboðskapinum.
Hetta er eisini eitt av hjartamálunum hjá Nemuel og Kaju, og tí hevur hann eitt brennandi ynski um, at tann kirkjan, sum hann er leiðari í, skal kunna senda enn fleiri evangelistar út til tey fjarskotnu støðini.
- Tað eru framvegis nógvir landsbýir, har tey dyrka andar og har hildið verður fast við tær gomlu tradisjónirnar.
- Her kann ein evangelistur í einum slíkum staði veruliga gera mun við undirvísing sínari. Hetta kann geva teimum ein nýggjan hátt at liva uppá og eitt heilt annað sýn uppá menniskju og vælveru sína, sigur Nemuel.
Á møtinum sunnukvøldið fer hann tí eisini at koma inn á henda tørvin. Møguleiki verður hjá fólki at tekna seg sum faddrar fyri ein slíkan evangelist, sum í okkara peningi bert kostar 4000 kr. um árið.