4000 krónur til ÍSB

Áhoyrararnir á Speakers Corner

í gongugøtuni í Havn leygarmorgunin stuðlaðu væl tiltakinum, sum var til frama fyri ÍSB.
Fyrireikarin, Hilmar Jan Hansen, sigur, at góðar 4000 krónur komu inn til ÍSB.
Nógv fólk keyptu kaffi og okkurt søtt afturvið, og fleiri lótu meira pening fyri kaffi og køkurnar, enn neyðugt var-alt fyri at stuðla vælgerðandi endamálinum.
Fyrireikarin takkar øllum stuðulinum og teimum, sum tóku undir við tiltakinum.