Vágsbotnur var leygardagin karmur um eina røð av konsertum og øðrum undirhaldi, tá Voxbotn var á skránni. Konsertdagurin byrjaði klokkan 15.00 og endaði klokkan 04.00 sunnunáttina. Veðrið var gott allan dagin, og ikki fyrr enn seint um kvøldið fór at regna.
Á stóra pallinum framførdu bæði føroysk og útlendsk nøvn, meðan ein minni pallur við føroyskum trubadurum varð nýttur ímillum stóru konsertirnar.
Stóri pallurin var fluttur nakað í mun til í fjør.
- Tað var av trygdarávum, at pallurin stóð, soleiðis sum hann gjørdi. Sjálvur haldi eg, at hann skuldi vent eitt vet meira yvir ímóti Hvonn, men tað kunnu vit so syrgja fyri, at hann ger næsta ár, sigur Rúni Djurhuus, sum fegnast um, at tað í stóran mun eydnaðist at halda tíðarætlanina.
- Tað var ikki fyrr enn eftir midnátt, tá Nik & Jay vóru lidnir, at seinkingar blivu í skránni, men eg haldi ikki, at tað bilti, sigur Rúni Djurhuus.
Eftir framførsluna hjá donsku Nik & Jay trein Jákup Veyhe saman við dansigentum á stóra pallin ílætin sum koreanski sangarin PSY.
- Ætlanin var at hava PSY á Voxbotni í fjør, men tað lat seg ikki gera. Vit hugsaðu so, at Jákup Veyhe ístaðin kundi gera okkurt stuttligt burtur úr hittinum Gangnam Style, og hann var alt fyri eitt við upp á tað, sigur Rúni Djurhuus.
Longu nú hava fyrireikararnir kunngjørt, at Voxbotn 2014 verður tann 28. Juni.