Klaksvíkingar skipaðu fyrrapartin fyri stórum roykiátaki fyri skúlarnar í býnum, har ikki minni enn 400 ung vóru komin saman Ein av fyrskiparunum av Summarfestivalinum, Steintór Rasmussen, kunngjørdi, at fólk ikki sleppa at roykja inni í stóra teltinum.
Eisini vóru trý atgongumerki lutaði burtur til ikki-roykjarar millum skúlaungdómarnar.
Samstundis sluppu hepnu vinnararnir av atgongumerkjunum til Summarfestivalin at avdúka trý nýggj nøvn. Tey eru The Ghost, The Dreams og Páll Finnur Ráll