400 svín doyðu í hungri

Løgreglan í Noregi kannar nú eitt sera álvarssamt mál um djóramisrøkt, eftir at millum 400 og 500 svín vórðu funnin deyð á einum garði í Vestfold í dag. Alt bendir á, at svínini eru deyð í hungri, sigur NRK.

Matvørueftirlitið fekk í gjárkvøldið at vita, at svín vóru deyð á garðinum, og tá eftirlitsfólk og løgreglan fóru at kanna viðurskiftini, fingu tey eina óhugnaliga sjón. Fleiri hundrað svín lógu deyð á básunum, og fyribilskanningar bendu á, at tey vóru deyð í hungri og tosta.

Stig Atle Vange, sum er stjóri í matvørueftirlitinum í Vestfold, sigur við NRK, at tey noyddust at avlíva eini 50 svín. Hann sigur, at myndugleikarnir meta málið sera álvarssamt.