400 ár síðan teleskopið hja Galileo Galilei

Í dag eru júst 400 ár síðan Galileo Galilei av fyrstan tíð vísti teleskopið fram, sum seinni leiddi hann ávegis til at gera nýggjar astronomiskar eygleiðingar.

Meðan fólk kring allan heimin hava fagnað tað, at tað eru 200 ár síðan Charles Darwin varð borin í heim og 150 ár síðan útgávuna av The Origin of Species, hevur eitt annað tøkniligt gjøgnumbrot stillisliga stungið seg upp, sum uttan iva broytti mannatanka og mátan vit síggja okkum sjálvi uppá.

Fyri júst 400 árum síðani, tann 25 august 1609, vísti italski stjórnufrøðingurin og heimspekingurin Galileo Galilei keypmonnum úr Venedig sítt nýggja tól, eitt teleskop ? tólið sum fór at geva honum vísindaligt ævigt lív og stórar trupulleikar.

Galileo fann við sínum teleskopi útav, at skorpan á Mánanum ikki var fløt, at ein onnur gongustjørna, Jupiter, eisini hevði mánar, og at Venus vísti eina røð av mánalíknandi skiftum, nakað, ið ikki kundi bera til, um bæði Venus og Sólin mólu um jørðina.

Uppdagingarnar hjá Galileo Galilei fullu ? ikki óvæntað ? ikki í góða jørð hjá katólsku kirkjuni, og sat hann síðstu árini í lívi sínum í húsavarðhaldi.